Tvíkiljan Miðvík er flotað í dag

- Hin seinna tvíkiljan til Bakkafrost, sum eisini er komin væl áleiðis, verður væntandi liðug um ein mánaða ella so, siga tey á skipasmiðjuni Mest.

Hin fyrra tvíkiljan, sum skipasmiðjan Mest byggir til Bakkafrost, er flotað á Vestaru Bryggju í Havn tíðliga seinnapartin í dag.

 

Tvíkiljan, sum hevur bygginummar 109, verður løgd við Vestaru Bryggju, har ymisk smáarbeiði skulu gerast liðug.

 

Hjá Mest verður sagt, at maskin-, el-, málinga-og apteringsarbeiði í høvuðsheitum er liðugt. Nú tvíkiljan er flotað, verður deksútgerð sum eitt nú krani og spæl, sett umborð, eins og allar skipanir skulu royndarkoyrast.

 

Henda fyrra tvíkiljan til Bakkafrost hevur fingið navnið Miðvík, og heimstaðurin er Klaksvík. Arbeiðsøkið verður í Norðoyggjum.

 

Á Mest siga tey, at tvíkiljan, sum nú er flotað tíðliga seinnapartin í dag, verður latin Bakkafrost um miðjan februar.

 

- Hin seinna tvíkiljan til Bakkafrost, sum eisini er komin væl áleiðis, verður væntandi liðug um ein mánaða ella so. Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin, verður lagt aftrat.