Eins og í flestu býum í Stórabretlandi er býarmyndin í Edinburgh eyðkend av tvídekkarum (bussar í tveimum hæddum) og teimum kendu "London Taxi".
Meðan konufólkini kanska vóru mest áhugaði í at keypa í stóru handilshúsunum, gingu menninir fylgdu við í ferðsluni.
Har vóru nógvir flottir bilar at síggja. Bretar eru jú kendir fyri sínar sports- og luksusbilar.
Eisini koyrdu nógvir tvídekkarar við ongum taki á ovaru hæddini. Hesir koyrdu runt í býnum við ferðafólki.
Hýruvognarnir settu eisini sín serliga dám á býin - teir sokallaðu London Taxi í nýggjari útgávu og í ymiskum litum.