Tvíburarnir eru ljótir

Tvíburarnir eru ljótir, segði abbin, tá ið hann fortaldi sína hugsan um tvíburarnir, sum Krúnprinsessa Mary átti leygardagin. Henrikkur Prinsur var tó skjótur við einum smíli, og segði við danska BT, at tvíburarnir eru ógvuliga fittir. Men hann vil ikki siga, at teir eru vakrir. Krúnprinsessa Mary hevur tað gott, ljóðar tað frá Prins Henrik, sum eisini sigur, at børnini líkjast Prinsessu Isabellu.

Prins Henrik var tann fyrsti í kongaligu familjuni, sum vitjaði á Rikissjúkrahúsinum, tá ið hann einsamallur, uttan Drotningina, vitjaði har leygardagin.

Nú tríggir dagar er farnir síðani krúnprinsessan átti tvíburarnar, hevur Joachim Prinsur enn ikki verið og vitjað. Henrikkur Prinsur sigur, at hann er úti í tí stóru verð, og veit ikki nær hann kemur heim.

 

Skrivað: Birita Debes og Hallbjørg J. Túgvustein