Sirkus var á tremur við fólki, tá Tuxedo Rebels í gjár spældu eina framúr konsert.
Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein mynda tvímansbólkin Tuxedo Rebels, men við sær høvdu teir Per Ingvaldur Højgaard Petersen á slagverki og Benjamin Petersen á gittar.
Teir spældu nógv løg av komandi útgávuni krydda við útvaldum tøkuløgum, og nýggja tilfarið ljóðar sera spennandi og boðar frá einari góðari útgávu.
Røddirnar hjá teimum báðum hóska sera væl saman, tann grova og ópoleraraða hjá Petur og tann inniliga og vakra hjá Knút.
Til stóra gleði fyri áskoðarafjøldina, ið fyri tað mesta sat í andakt, so spældi bólkurin tvey sett, ið táttaðu upp ímóti tveimum tímum tilsamans.