Tutl hevur fyri stuttum umskipað sítt virksemi fyri at gera tað effektivari. Í hesum sambandi er plátufelagið farið í samstarv við Bókamiðsøluna. Bókamiðsølan stendur nú fyri goymslu og útbreiðslu av Tutl fløgum Kristian Blak greiður frá, at goymsluviðurskiftini hjá Tutl hava verið sera óstøðug í nógv ár.
Tær 70.000 fløgurnar, ið felagið hevur á goymslu av 300 ymiskum útgávum, hava ferðast kring Føroyar frá stað til stað, uttan at hava eina veruliga fasta goymslu. Tí kom tað væl við, tá Magnus Tausen frá Lærarafelagnum setti seg í samband við Tutl og bjóðaði, at Bókamiðsølan kundi taka sær av at goyma og útbreiða fløgurnar úr goymsluhølunum hjá teimum á Hjalla.
- Hetta er ein góð avtala, goymslan er stabil, fólk eru dagliga tilstaðar og taka sær av henni. Hetta sparir okkum fyri eina rúgvu av arbeiði, ið kann brúkast til onnur ting, sigur Kristian.