– Vit hava fingið munnligt loyvi frá Páll Odduri Rubeksen, og vit gjalda pengar til NCB, sigur Kristian Blak í Tutli.
Fyrr í dag skrivaðu vit, at ein av sangunum á fløguni “Kendar røddir: Sangir vit elska” av órøttum var komin við á útgávuna, tí loyvi ikki var givið til tað.
Talan er um sangin “Mín russiski vinur” hjá Páll Finnur Páll, og tað er Páll Oddur Rubeksen, sum hevur skrivað sangin, men sigur seg einki vita um nakra fløguútgávu við sanginum, fyrr enn miðlarnir skrivaðu um tað.
Lesið eisini: Páll Finnur Páll kenna seg misbrúktar
Fløgan við hesum sanginum og 15 øðrum kom út í sambandi við festivalin Mítt Land í Kjøpinhavn, og tað er Tutl, sum stendur sum útgevari.
Men Kristian Blak í Tutli, sum hevur givið fløguna út, er als ikki samdur. Hann sigur, at tey hava fingið loyvi, og at tey gjalda tað, tey skulu, til NCB.
– Okkara ætlan er ikki á nakran hátt at snýta tónleikarar. Tvøturímóti vilja vit tryggja, at øll slík viðurskifti eru í lagi, sigur Kristian Blak.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Kristian Blak.