Hendan vikan verður merkt av ælum, men onkrum sólglottum. Tó verður yvirhøvur turt fríggjadagin og leygardagin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.
Seinnapartin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 11 og 14 stig.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og okkurt æli, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og okkurt æli, men eisini sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig.
Fríggjadagin verður eitt lot av ymsum ættum ella av suðri og yvirhøvur turt veður. Hitin millum 8 og 12 stig.