Turkiska skipið varð rakt undir lossing í Izmajil

Í kjalarvørrinum av hendingini í Svartahavinum hava røddir í turkiska tjóðartinginum kravt, at hond skal takast um trygdina turkiskum skipum og sjófólki

Myndina eigur turkiska sjóferðslustýrið

Í gjár kom eldur í eitt gasstangaskip í ukrainska havnarbýnum, Izmajil, sum liggur í Odessa-regiónini heilt har suðuti í Ukraina, og BBC visti at siga, at hetta er eitt skip, sum siglir undir turkiskum flaggi.

 

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, segði í gjár, at skipið varð álopið av russum.

 

Býurin, Izmajil, liggur við Donau-ánna, sum er mark milllum Ukraina og Nato-landið, Rumenia um hesar leiðir, og í rumenska býnum á hinari síðuni av Donau vórðu fólk flutt burtur, visti BBC at siga.

 

Sagt verður annars, at russar í gjár høvdu lopið á ukrainska svartahavsbýin, Izmajil, við dronum.

 

Turkiskir sjóferðslumyndugleikar siga, at skipið, sum varð rakt, var LPG-skipið, Orinda, og at manningin á 16 vóru turkar. Í Turkalandi siga tey, at skipið varð rakt undir lossing.

 

- Manningin er farin av skipinum á ein tryggan hátt, og sløkkiliðsfólk taka sær av eldinum umborð á skipinum, upplýstu turkiskir sjóferðslumyndugleikar í gjár.

 

Í kjalarvørrinum av hendingini hava røddir í turkiska tjóðartinginum kravt, at stjórnin kemur við einum greiðum svari, og dentur verður lagdur á, at hond skal takast um trygdina turkiskum skipum og sjófólki.

 

Lesið eisini - 

 

Russar rakt tangaskip undir turkiskum flaggi https://www.in.fo/news-detail/russar-rakt-tangaskip-undir-turkiskum-flaggi

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndina eigur turkiska sjóferðslustýrið