Turid Zachariassen er fyribils sett sum leiðari á nýggja sambýlinum á Heygnum í Klaksvík. <DPTAB> Lógarheimild er ikki at seta leiðarar burturav til sambýlir, og tí skal dagligu leiðarnir finnast innan heimarøktina. <DPTAB> Turid er 45 ára gomul og tók útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1982. Í eitt ár hevur hon verið varaleiðari fyri heimarøktina í Norðoyggjum. <DPTAB> Hon er gift Poul Jacob Zachariassen. Tey búgva í Hvannasundi og eiga 4 børn í aldrinum 10-23 ár.