Toppdystur var í SMS-deildini í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.
Verandi meistarar, Kyndil tók móti H71, ið eisini hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingina.
Í steðginum var H71 á odda 19-16, men í seinna hálvleiki var alt vent á høvdið. Kyndil skoraði 28 mál í seinna hálvleiki og vann at enda stórsigur 44-34.
Turið Arge Samuelsen var stórskjútti hjá Kyndli við heili 21 málum. Gamla metið hjá Turið vóru 20 mál í einum dysti.
Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
Kyndil | 4 | 148 | 86 | 62 | 8 |
H71 | 4 | 148 | 111 | 37 | 6 |
StÍF | 3 | 76 | 83 | -7 | 4 |
VÍF | 2 | 59 | 35 | 24 | 4 |
Neistin | 3 | 62 | 70 | -8 | 2 |
EB | 4 | 100 | 134 | -34 | 2 |
Stjørnan | 3 | 68 | 106 | -38 | 0 |
VB | 3 | 68 | 104 | -36 | 0 |