Tunt í verjuni hjá Manchester United

Sir Alex Ferguson hevur nógv at hugsa um áðrenn grannauppgerðina í morgin. Bæði Rio Ferdinand og Johnny Evans eru skaddir. Rio Ferdinand gjørdist skaddur í upphitingini, tá Manchester United seinasta vikuskiftið tapti fyri Wolverhampton. Enski landsliðsliðskiparin er so mikið skaddur, at hann ikki er upp á tal til dystin í morgin. Eisini norðurírski landsliðsmiðverjin, Johnny Evans, er skaddur og verður heldur ikki við í morgin.

 

Tí hevur Sir Alex Ferguson sett álitið á Chris Smalling. Manchester United keypti í fjør 21-ára gamla miðverjan frá Fulham fyri næstan 100 milliónir krónur. Hann hevur bara spælt seks dystir í Manchester United troyggjuni.

 

Manchester United er eisini uttan Javier Hernandez, sum í vikuni spældi landsdyst fyri Meksiko.

 

Fyri Roberto Mancini og Manchester City er einasta ivamálið Mario Balotelli, sum hevur verið skaddur síðani seint í desember.