Talan er um tunnusláttur bæði innan- og uttanborðs, tá tað leygardagin verður skipað fyri tunnusláíng í Vági umborð á sluppini Johonnu TG 326.
Áðrenn farið verður at sláa á sjónum, er ein felagsskrá, har øll kunnu taka lut.
Møtt verður klokkan 10 leygarmorgunin til fyrireikingar.
Mett verður tá um, hvar sláast kann á sjónum og so er at vóna, at okkurt gott er at leggja á grillina, og sum kann koyrast í fiskasúpanina, ið verður at fáa seinni.
Á dekkinum kunnu børn, og onnur áhugað, sláa, men hevur ein turr- ella vátdrakt, so ber til at teljast millum teirra, sum sláa tunnu á sjónum.
Klokkan 13:30 byrjar tunnuslátturin umborð, og uttanborðs, á Johonnu.