Skal Eysturoyartunnilin gerast veruleiki, er neyðugt at viðgera tunnilsmálið av nýggjum, sigur løgmaður, nú samgongufundur hevur verið í dag.
Samgongan hevur á fundi í dag umrøtt, hvussu farast skal víðari í tunnilsmálinum. Umframt uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum eru fleiri onnur lógaruppskot um undirsjóvartunlar løgd fyri tingið.
- Staðfestast má, at tað er ivasamt, um meiriluti er fyri nøkrum av hesum lógaruppskotum, ásannar løgmaður í tíðindaskrivi, sum júst er sent føroysku fjølmiðlunum.
Sum fyrsta stig fara formenninir í samgonguflokkunum saman við landsstýrismanninum í innlendismálum at viðgera støðuna og leggja til rættis eina tilgongd, ið kann bera á mál. Í viðgerðini verður eisini lagt upp fyri tí tilgongd, ið ein politiskur bólkur við samgongu- og andstøðulimum, er í gongd við viðvíkjandi Suðurleiðini.
Uppskot til loysn verður eftir ætlan klárt um tvær vikur, verður sagt at enda í tíðindabrævinum.