Tunnilsdagur og nógvur vindur

Landsverk sigur upp í 38 metrar um seknduið á Porkerishálsi og strongum hvirlum

Tað er tunnilsdagur í dag. Tað er ókeypis at koyra úr Klaksvík og undir Leirvíksfirði – hin vegin er altíð ókeypis at koyra!

Tunnilin er knappliga átta ára gamal, og síðani hann varð latin upp, hevur tað verið ókeypis at koyra tveir dagar á hvørjum ári. Um heystið er sami tunnilsdagur undir Leirvíksfirði og Vestmannasundi, og um mánaðarskiftið februar og mars er ein leygardagur tunnilsdagur undir Vestmannasundi og ein undir Leirvíksfirði.

Tunnilsdagarnar verður skipað fyri nógvum tiltøkum og tilboðum. Seinastu ferðirnar hevur tað ikki viðrað væl tunnilsdagarnar, og soleiðis er tað eisini í dag, nú Landsverk boðar frá nógvum lágættarvindi.

Mesti vindurin er á Porkerishálsi, har tað í hvirlunum er upp í 38 metrar um sekundið. Í Hvalba er tað í hvirlunum upp í 35 metrar um sekundið, og á Norðradalsskarði upp i 37 metrar um sekundið.

Í nánd av Norðoyatunnlinum er vindurin ikki so nógvur. Á Gerðabø í Klaksvík er vindferðin millum 9 og 14 metrar um seknundið, á Gøtueiði 9-15 metrar um sekundið og í Runavík er vindferðin sambært Landsverk 8-13 metrar um sekundið.