- Jú vit kunnu kalla hetta eitt slag av valstríði. Vit býta faldararnar út í Oyndafirði fyri at ávirka borgararnar at velja samanlegging við okkara kommunu.
Borgarstjórin í Fuglafirði Sigurð Sigurðsson Simonsen roynir ikki at fjala síni inniligastu ynski um, at oyndfirðingar á næstu fólkaatkvøðuni týsdagin velja Fuglafjørð fram um Runavík.
Ein tunnil úr Fuglafirði til Hellurnar tykist vera besta valagnið, men samstundis er tað eisini eitt dýrt lyfti at geva. Ein tunnil skal vera tveir kilometrar og vegur gerast báðumegin við. Hellurnar, sum eisini liggja við Oyndafjørð eru i dag ein partur av Fuglafjarða Kommunu, tí er Sigurð Sigurðsson Simonsen sannførdur um, at lyftið um tunnil undir øllum umstøðum gerst veruleiki.
- Vit fara yvirum undir øllum umstøðum. Spurningurin er bara nær holið kemur í gjøgnum. Higartil havi eg sagt eini 10-15 ár, men velja oyndfirðingar at leggja saman við okkum, so skerst ikki burtur, at kommunan kemur undir trýst frá 200 oyndfirðingum. So kemur tunnilin helst fyrri, grundgevur Sigurd Sigurðsson Simonsen.
Kortini vil hann ikki bjóða oyndfirðingum ein tunnil tey allar fyrstu árini.
- Velja tey Runavík, so verður avstandurin til restina av kommununi tann sami í alla framtíð, men velja tey okkum, so kunnu tey síggja fram til eina menning næstu árini.
Eitt annað valagn hjá borgarstjóranum í Fuglafirði er, at býráðið har er samt um beinanvegin at byggja ein dagstovn í Oyndafirði.
- Ja, tað er nakað sum stórur tørvur er á, og tað fara vit ikki at bíða við. Tað er fundamentalt at fáa dagstovn, lovar Sigurð Sigurðsslon.
Í løtuni er serta striltið at fáa dagrøktina í Oyndafirði at rigga fultút, tí trupult er at fáa dagrøktarmammur. Fleiri børn undir skúlaaldur noyðast av bygdini til ansing.
Sigurð Sigurðsson Simonsen heldur, at sjálvt um ein tunnil kemur, so eigur ein dagstovnur at vera í Oyndafirði, tí tað kann eisini vera tvørligt at koyra til Fuglafjarðar við einum barni fyrst, um man til dømis arbeiðir í Havn.
Ongin beinleiðis vinningur
Verður skuldin hjá Oyndafjarða Kommunu býtt út á borgararnar, so skyldar hvør borgari umleið 30.000 krónur. Í Fuglafirði er sama tal millum 4-5.000 krónur. So Fuglafjarða Kommuna fær ikki vinning burtur úr at leggja saman við Oyndafirði.
- Nei úrslitið verður, at skuldin hjá Fuglafjarða Kommunu veksur, so hvør borgari stendur at skylda 6.000 krónur eftir eina samanlegging, hevur Sigurð Sigurðsson Simonsen roknað út.
Útstykking um 15 ár
Verða Oyndafjørður og Fuglafjørður lagdar saman veksur víddin í Kommununi úr 23 ferkilometrum til 36 kilometrar.
- Tað ljóðar kanska tómt bara at blíva stórur, men tað telur eisini við, heldur borgarstjórin.
Í løtuni eru eisini 150 grundstykkir eftir í Fuglafirði, royndirnar seinastu tvey árini vísa, at eini 12-15 hús verða bygd um árið. Borgarstjórin vísir á, at um hetta nøkulunda verður gongdin, so er einki grundstykki eftir um 15 ár.
- Tá hevði tað verið ein fyrimunir at fara gjøgnum ein tunnil til Oyndafjarðar. Har vildu vit komið yvir til eitt stórt byggilendi, sigur borgarstjórin, men skundar sær at endurtaka, at tað ikki nýtist at taka 15 ár at bora tunnilin.
Fer at hella hendan veg
Ynski hjá Fuglafjarða kommunu at leggja saman við Oyndafirði stendst eisini av, at krøvini til kommunurnar vaksa, nú tær skulu gjalda meiri og meiri. Fuglafjørður er kanska í minna lagi og fær trupult at klára seg, um eitt nú Eysturoyggin skal býtast upp í tvær ella tríggjar kommunur.
- Eg skilji illa, um oyndfirðingar velja at loypa upp um bukk tvær ferðir - fyrst upp um Fuglafjørð og síðani Gøtu.
- Nei eg rokni við at fólkaatkvøðan týsdagin fer at hella henda veg - ella kanska er tað bara ein ynskidreymur, hugsar borgarstjórin í Fuglafirði hart.









