Ein teirra sum ikki ivast í hesum týdningi, er borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu.
- Vit hava fleiri ferðir hoyrt onnur siga, at hann ikki hevur skapt tann vøkstur, sum roknað var við. Men sjálv havi eg ongantíð ivast í, at fasta sambandið hevur havt og fer at hava ein sera stóran týdning fyri menningina her í kommununi, ger borgarstjórin púra greitt.
Fyri hana er tí eingin ivi um, at Norðoyatunnilin hevur givið grundarlag fyri fleiri av vinnuligu framtøkunum, sum eru gjørd kommununi seinastu árini síðani 2006.
Hetta hava tey í Klaksvík ikki minst sæð aftur í skattainntøkuni, sum higartil í ár hevur verið sjey milliónir krónur hægri, enn um somu tíð í fjør.
- Mín vón er, at vit nú eisini fara at merkja sama vøkstur í íbúgvaratalinum, sigur Gunvá við Keldu.
VØKSTUR
Tað hevur ikki verið einvegis ferðsla úr Klaksvík, síðani Norðoyatunnilin kom í 2006. - Vit síggja ein stóran vøkstur, millum annað í skattainntøkunum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri