Semja var um á fundi í Miðvági mikukvøldið, at flogvøllurin skal verða í Vágum. Hugsanir, sum fyrr hava verið frammi um at gera alternativan flogvøll aðrastaðni landinum, tykjast heilt burturdotnar, nú undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi er veruleiki.
Fundurin var skipaður sum pallborðsfundur, har umboð fyri teir fýra stóru flokkarnar á tingi vóru við. Umframt sat flogvallarstjórin, Finnbogi Niclasen, eisini við pallborðið.
Á pallborðsfundinum í MIðvági, tóktist eingin ivi vera um, at flogvøllurin hoyrir til í Vágum. Alt tos um at gera annan vøll tykist vera burtur. Tað, sum í dag verður tosað um, er hvørt vit skulu víðka flovøllin í Vágum ella ikki. Og heldur ikki her tykist nøkur ósemja at vera. Útbyggjast skal hann. Og yvirtakast skal hann eisini. Men so er aftur fyri ikki semja um, nær tað skal vera.
Øll vilja yvirtaka
Flestu politikararnir, sum vóru á fundinum, tóktust sinnaðir at yvirtaka beinanveg. Men sambandsformaðurin helt ikki, at vit skulu gera ov skjótt av. Nú skulu vit bíða eina tíð og síggja, hvussu leikur fer. Fáa vit danir at byggja vøllin út, so kunnu vit yvirtaka hann, tá vit hava ráð at gjalda dønum aftur tað, ið vit skylda fyri útbyggingina, helt Lisbeth L. Petersen.
Aðrir hildu ikki, at vit skylda dønum nakað. Vilhelm Johannesen, umboð Javnaðarfloksins við pallborðið, helt, at danir í grundini høvdu mishildið ein flogvøll í Føroyum, teir í síni tíð fingu frá bretum, sum gjørdu flogvøllin í Vágum undir seinna heimsbardaga. Hann var fyri at yvirtaka flogvøllin.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, var eisini fyri yvirtøku. Hann helt, at vit kundu yvirtaka bæði flogvøllin og Íleggignargrunnin fyri Føroyar, sum so kundi gjalda útbyggingina.
Høgni Hoydal varaløgmaður, var ikki í iva um, at flogvøllurin skal yvirtakast og byggjast út. Tað fer at gagna øllum landinum, segði hann. Og hann ivaðist heldur ikki í, at tað eiga og kunnu vit klára sjálv við føroyskari fígging. Sum dømi vísti hann til nýggja Smyril, um vit í dag gjalda til um fíggjarlógina.
Men flogvøllurin skal ikki fíggjast sum Smyril kortini, men leggjast í alment partafelag og rekast á sama hátt sum Vágatunnilin.
Fakfólkini manglaðu
Millum teirra, sum komu at lurta eftir teimum, ið við pallborðið sótu, tóktist í fleiri førum vera semja um, at fakfólkini í hesum foruminum manglaðu. Tey, sum dagliga skulu nýta vøllin. Tað vil siga flogfeløgini, sum flúgva til og úr Vágum.
Tey kundu passandi havt sagt okkum, hvørjar møguleikar tey síggja í flogvøllinum, sum hann er, og hvat tey kundu hugsað sær, at hann skal klára í framtíðini.
Tað hingu fleiri spurningar eftir, enn svaraðir vóru, tá fundurin endaði, var hugsanin, feiri fólk fóru av stað aftur við.
Politikarar hava mangan lyndi til at kína fólki við hárinum. Alt er so sára gott, tá teir sleppa at siga tað, veljarin fegin vil hoyra. Og fundurin í Miðvági var einki undantak. Allir politisku luttakararnir vóru samdir um, at flogvølluri í Vágum skal byggjat út. Vølluri leingjast, og umstøðurnar annars betrast munandi.
Men hvør nytta beinleiðis er í tí, høvdu teir líkasum iki sett seg inn í. Tóktist mestsum, at varð vøllurin longdur nakrar hundrað metrar, fingu vit betri umstøður til størri flogfør, og tann heilaga grøvin var væl vard.
Men eingin tóktist hava spurt operatørarnar, haat teir hildu. Og tað kom líkasum eitt sindur óvart á, tá flogvallarstjórin vísti á, at tað var eingin vinningur í, at vit hava ein vøll, sum eitt nú eitt Airbus flogfar, ið tekur eini 300 fólk, kann brúka. Tí hvat skulu vit brúka eitt slíkt flogfar til? spurdi hann. Vit hava ikki grundarlag til so nógv fólk dagliga, og so kunnu vit koma í somu støðu sum eitt nú Aberdeen, við einum útbygdum vølli, sum klárar størri flogfør, men samstundis ger nógv færri fráferðir og komur.
?Og endar tað við, at vit fara frá núvernadi ferðlsuni niður til at flogið bara verður annan ella kanska triðja hvønn dag, so er nógv mist, vísti hann á.
Men kortini lat hann ongan iva vera um,a t tað bara eru fyrimuni við eini útbygging. Og uppskot og tekningar finnast í hópatali.
Fitt av fólki hevði leitað sær á fund í Miðvági mikukvøldið. Men nakað nýtt anna enn, at semja tykist vera um, at flogvøllurin skal verða i Vágum, hildu tey flestu, Sosialurin fekk orð á eftir fundin, seg ikki hava fingið burturúr.
Politikararnir tykjast ov upptiknir av at gjara við politiskum lyftum við egnum vinningi fyri eyga, hildu fólk, tá tey fóru av fundi.