Hovstunnil
? Tað ber væl til at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov niðri i dalinum í Hovi, soleiðis, sum suðuroyingar hava kravt.
Tað er niðurstøðan hjá norska, serkøna felagnum, Statkraft Grøner A/S.
Norska felagið hevur nú kannað boriroyndirnar, sum vórðu gjørdar í summar og í farnu viku varð niðurstøðan hjá felagnum handað Landsverkfrøðinginum.
Landsverkfrøðingurin hevur somuleiðis handað landsstýrismanninum í vinnumálum frágreiðingina.
Men Landsverkfrøðingurin sigur samstundis, at hóast hesar kanningarnar eru gjørdar, ber ikki enn til at gera eitt tilmæli um, hvar tað er best at leggja tunnilin.
? Fyri at kunna gera eitt tilmæli um, hvar tunnilin skal vera, er tað neyðugt við enn fleiri kanningum, tí enn eru umisk viðurskifti, sum eru ógreið, sigur Oyvindur Brimnes.
Fýra ymsir møguleikar
Niðurstøðan hjá Statkraft Grøner er, at tað ber væl til at gera tunnilin niðri í dalinum.
? Men tað krevur at hugsa seg væl um, áðrenn tað verður gjørt av, akkurát, hvussu tunnilin skal borast, tí tunnilin kemur at ganga ígjøgnum tilfar, sum er ógvuliga ymiskt. Summastaðni er fjallið sera gott og aðrastaðni ógvuliga vánaligt. Og ein máti at sleppa undan trupulleikum, er at leggja tunnilin soleiðis, at teinurin ígjøgnum tað vánaliga tilfarið verður so stuttur sum gjørligt.
Men tað kann so aftur føra við sær, at tunnilin fer ikki at ganga í beinari linju.
Samstundis verður tað neyðugt at gera meiri enn vanligt hevur verið í Føroyum burturúr at tryggja tunnilin og í ávísum støðum kann væntast, at tað fer at krevja heilt nógv av arbeiði fyri at tryggja tunnilin.
Serliga øravíkarmegin er eitt strekki upp á 500-600 metrar, har umstøðurnar eru sera truplar, sigur norska felagið.
Statkraft Grøner vísir á fýra ymsar linjuføringar har tunnilin kann borast niðri í dalinum. Í hesum fýra linjuføringunum, verður tunnilin lagdur upp á ymsar mátar, alt eftir hvussu long strekki, tunnilin kemur at gangas ígjøgnum tað vánaliga tilfarið.
Í tveimum av hesum linjuføringunum kemur tunnilin at liggja soleiðis, vatnið, su msetir úr fjallinum, má pumpast út.
Men annars eru allir hesir fýra tunlarnir at kalla líka langir.
Oyvindur Brimnes, at rakstrarútreiðslurnar av at pumpa vatnið út mugu tískil eisini takast við í endaligu metingina, tí í hesum sambandi verður talan um eina varandi og støðuga útreiðslu.
Kostar 135 milliónir
Statkraft Grøner metir, at tunnilin niðri í dalinum kann gerast fyri einar 135 milliónir krónur. Av teimum skulu so einar 30 milliónir brúkast upp á at tryggja tunnilin og til at leggja upp fyri óvæntaðum trupulleikum, sum jarðfrøðiligu viðurskiftini kunnu elva til.
Hesin tunnilin er einar 2500-2600 metrar og tað er 400-500 metrar longri enn tunnilin, sum Landsverkfrøðingurin mælti til í síni tíð og sum liggur nakað hægri í fjøllunum.
Upprunaligi tunnilin hjá Landsverkfrøðinginum varð mettur at kosta 94 milliónir. Men harafturat skuldu so vegir gerast fyri einar 35 milliónir, so tilsamans varð tunnilin, sum Landsverkfrøðingurin mælti til at gera, mettur at kosta 129 milliónir, ella seks milliónir minni enn tunnilin niðri í dalinum er mettur at kosta.
Landsverkfrøðingurin heldur, at fyri at samanbera báðar møguleikarnar, er tað rættast at taka tað við, sum vegurin fer at kosta.
Men av tí, at tað er so lítil munur á prísinum, heldur Statkraft Grøner, at tað er neyðugt at gera meiri nágreiniligar samanberingar av báðum tunlunum, tvs tunlinum, sum Landsverkfrøðingurin skeyt upp í síni tíð og tunlinum niðri í dalinum.
Kortini sigur Landsverkfrøðingurin, at ymsir ógreið viðurskfti eru, sum gera, at tað ikki ber til at samanbera prísirnir rættiliga, fyrrenn nágreiniligari kanningar eru gjørdar.
Eitt nú hevur norska felagið mett, at vegirnir fara at kosta 10.000-15.000 krónur fyri meturin og tað heldur Oyvindur Brimnes er sera dýrt, tá ið havt verður í huga, at alt tilfarið er ókeypis.
Fleiri kanningar
Samanumtikið metir Statkraft Grøner, at enn er grundarlagið ov veikt til at gera eina endaliga niðurstøðu.
Tó mælir felagið til at fleiri kanningar verða gjørdar, eitt nú grunnar boringar øravíkarmegin.
Harumframt verður eisini mælt til, at summi av holunum, sum vórðu borað í summar, verða borað eitt sindur djúpari.
Statkraft Grøner heldur eisini, at tað hevði verið ein góð íløga fyri Landsverkfrøðingin at gjørt eina vágalýsing av projektinum fyri at fáa staðfest, hvørjar avleiðingar ymsar støður, sum kunnu taka seg upp, fara at føra við sær. Ein støða, sum kann hugsast at taka seg upp, er at tað verður neyðugt at tryggja partar av tunlinum enn meiri enn metingarnar vísa.
Sostatt biðjur Landsverkfrøðingurin nú Vinnumálaráðið um loyvi til at gera tær framhaldandi kanningarnar, sum skulu til, fyri at fáa eina heilt neyva lýsing av øllum viðurskiftum og fyri at kann, hvar ein tunnil niðri í dalinum, liggur best fyri.
Oyvindur Brimnes sigur, at tá ið tær nýggju kanningarnar eru gjørdar og ein vágalýsingin er gjørd, fer hann at gera eina Cost benefit greining, tað er eina eina offur - gagn greining av teimum ymsu møguleikunum, tvs, av tunlinum niðri í dalinum, av tunlinum, sum hann skeyt upp í síni tíð longri uppi í fjallinum og eisini av at varðveita vegasambandið sum tað er og slett ongan tunnil at gera.
?So hava politikararnar eina fullfíggjaða heildarmynd av viðurskiftunum at taka støðu eftir, sigur Oyvindur Brimnes.