Eyðun Klakstein má vera fleiri av vanliga føstu spælarunum fyriuttan, tá hann fyrstu ferð skal standa á odda fyri besta mansliðnum hjá KÍ Julian Samuelsen og Kaj Ennigarð hava báðir verið skaddir í eina tíð, og hvørgin teirra verður við hesaferð. Hartil fekk Heðin á Lakjuni ein skaða í eyga í vikuni, og tí spælir hann ikki, eins og Kristian á Lakjuni ikki fær verið við hjá KÍ. Tað fær Høgni Madsen heldur ikki, eftir at hann fekk tríggja daga dystarbann frá felagnum sjálvum. Harafturat er toppskjúttin Paul Clapson ivasamur við skaða í lærinum.
Tí er einki at siga til, um Eyðun Klakstein kennir seg nakað kroystan, nú hann skal dystast við gamla álopsfelagan, Kurt Mørkøre.
B36-venjarin hevur hinvegin allar mans tøkar. Vinnur B36 dystin, leggja teir seg á odda í Formula-deildini. Hinir fýra dystirnir hetta umfarið verða nevnliga spældir mánadagin.