Oddfríður Marni Rasmussen
Í hesum døgum er hart kjak um, antin tað er betri fyri føroyingar at verða í ríkisfelagsskapinum ella, um vit skulu royna at taka ábyrgdina av okkara egnað landi. Átøkini eru byrjað. Ein handil í SMS selur T-skjúrtur til NEI- og JA-sigarar. Á einari T-skjúrtu stendur "FULLVELDI NEI", og ein hond, ið hevur tummilin niðureftir. Á T-skjúrtunum hjá mótpartinum, stendur "FULLVELDI JA", og hondin hevur tummilin uppeftir. Hetta er ógvuliga óheppi fyri nei-sigararnar. Hesin mátin at atkvøða uppá hevur sín uppruna úr tí gamla rómverjaríkinum. Teir gomlu rómverjarnir hugnaðu sær við at hyggja eftir gladiatorum, sum slóust til ein lá eftirá. Um taparin ikki doyði í bardaganum, skuldu áskoðararnir avgera, um hann skuldi drepast ella ikki. Peikaðu flestu áskoðararnir tummilin uppeftir, skuldi hann ikki drepast, men fjaldu áskoðararnir tummilin inni í lógvanum, varð hann dripin. Hetta við at peika tummilin niðureftir, er komið seinni.
Tað vil siga, at um tú atkvøðir JA tann 26 mai, yvirliva vit sum tjóð. Atkvøðir tú NEI, doyggja vit sum tjóð.