Áttati ár í KFUK

Tað eru í dag liðin 80 ár, síðan KFUK í Havn varð stovnað. Sama dag vórðu húsini, KFUK í dag húsast í, vígd

Føðingardagur

KFUK fyllir í dag 80 ár. Tann 29. juni 1922 vórðu bretsku konslahúsini, sum keypt vórðu til KFUK arbeiðið í Havn, vígd, og sama dag varð felagið KFUK í Tórshavn stovnað. Táverandi drívkraftin, Frk. Hansen, stóð persónliga sum keypari, og familja hennara í Vági veðhelt.
KFUK arbeiðið hevði í eini tvey ár frammanundan verið í Tinganesi, greiðir Jona Henriksen, fyrrverandi KFUK, skrivari, frá.
Men í Tinganesi var vorðið ov trongligt, eins og tað var heldur dýrt at leiga høli har, úti, og tí varð farið undir at leita eftir hóskandi hølum til arbeiðið, sum Frk. Hansen, ið nevnd er í grein aðrastaðni í blaðnum, stóð fyri. Avtala varð gjørd við enska konsulin um keyp av konslahúsunum, sum enn dagin í dag stutt og greitt eru kend sum KFUK.
Konslahúsini vóru eitt sindur øðrvísi vorðin, enn tey eru í dag. 15 ferðir 30 alin við úthúsum og jarðarstykkinum, sum í dag er kent sum KFUK trøðin. Kostnaðurin var 35.000 krónur.
Neyðugt var at umbyggja húsini fyri at fáa tey egnað til tað brúk, tey vóru ætlað til. Í hesum sambandi varð tikið eitt lán upp á 52.000,- krónur í Føroya Sparikassa, sum sama Frk. Hansen stóð fyri, og familja hennara í Vági veðhelt fyri.
?Neyðugt var, at hon sum privatpersónur stóð fyri allari forrætningini, tí einki felag var, tá húsini vóðru keypt. Og tað var rættiliga stórsinnað av familju hennara í Vági at veðhalda fyri eini so ótryggari ætlan, heldur Jona Henriksen.
Seinnapartin tann 29. juni 1922 varð húsið vígt av Jákupi Dahl, prósti. Um kvøldið var veitsla í húsinum, og har varð gjørt av at stovna felagið KFUK, sum síðan yvirtók ognir og skyldur, sum Frk. Hansen hevði átikið sær persónliga. Á stovnandi fundinum vórðu 45 limir teknaðir í nýggja felagið.

Gerandisdagurin
Men lán skal gjaldast aftur, og tað noyddust tær so undir í KFUK. Tað var, sum so mangan hjá slíkum feløgum, fingið inn aftur við árliga basarinum, gávum og tí, sum fekst inn fyri leigu.
Frá fyrsta degi, sum enn er í dag, hava ungar gentur leigað á loftinum í KFUK. Tann inntøkan fór so upp í ta puljuna, sum gjalda skuldi íløguna við Varðagøtu aftur.
Men húsini vórðu keypt at hýsa tí virksemi, sum KFUK rak. Og tað er heldur ikki broytt stórvegis hesi áttati árini, sum farin eru, síðan flutt varð í gomlu bretsku konslahúsini, hóast onkur deild tó er komin afturat í bæði yngra og eldra endanum.
Byrjað var við Várgleði, sum eru smágentur, ið koma saman í KFUK. Næsti bólkur var Ungmannadeildin, sum var fyri gentur, ið vóru 13 ár og eldri, meðan tær vaksnu fylktust í Aðaldeildini, greiðir Jona Henriksen frá.
Frk. Hansen hevði ymisk hjartamál, og var eitt teirra skótaarbeiðið.
KFUK skótarnir vórðu settir á stovn tann 9. mai 1928, og fýra ár seinni komu títtlingarnir upp í bólkin. Títtlingarnir hava fyri stuttum hildið 70 ára hátíðarhald.
Einaferð í seksti árunum byrjaðu eldri fólk at hittast í KFUK, og verður eldrasamoman sera væl vitjað í dag, sigur Jona. Og fyri umleið trimum árum síðan, varð farið enn longri niður í aldursbólki enn Títtlingarnir, tá Spírarnir komu undan. Tað eru gentur í fimm til sjey ára aldri.
KFUK er felagskapur, sum stendur kirkjuni nær. Aðalfundarsamtykt er, sum sigur, greiðir Jona Henriksen frá, at um so skuldi verið, at KFUK helt uppat, skulu ongir felagsins latast kirkjuni í varðveitslu, til ein felagsskapur við sama endamáli sum KFUK, verður stovnaður, ið so kann yvirtaka ognirnar.

Missiónsarbeiði
KFUK er stovnað við tí fyri eyga at reka sosialt arbeiðið á trúargrund her heima á landi. So sum skótarørslu og kristiligar fundir, eins og limafundir regluliga hava verið hildnir.
Men eitt av mongu hjartamálunum hjá Frk. Hansen, sum var fyrsta drívkraftin i felagnum, var Ytri Missiónsarbeiðið.
Hon stovnaði ein sonevndan Ytri Missiónsring, veit Jona Henriksen at siga frá. Hetta arbeiðið varð sera væl stuðlað av føroyingum.
Frá mammu síni, sum hevði fingið tað at vita beinleiðis frá Frk. Hansen, veit Jona at siga, at tað komu nógvir føroyskir sjómenn í KFUK við peningagávum til Ytri Missiónina.
Serliga undir seinna heimsbardaga, tá Danmark var avskorið og ikki fekk latið pening til missiónsstøðirnar úti í heimi, komu føroysku gávurnar væl við.
Sagt varð frá eini støð, sum skuldi latast aftur, men kortini helt fram, tí føroyingar lótu so stórar peningagávur, at tað bar allan raksturin, greiðir Jona frá.

Nútíðin
KFUK er í dag ein býarmynd. Húsini eru sjónsk og eingin ivast í, hvør har heldur til. Ja, so kend eru tey, at eisini teir, sum eru á floti í Nólsoyarfirði, av og á brúka tey sum ýti.
Hóast tey vóru umbygd, tá flut varð inn, er virksemið vaksið so mikið við tíðini, at neyðugt hevur verið við útbygging, sum gjørd varð í 1972, tá salurin varð vaksin við einum triðingi.
Í kjallaranum á hesum tilbygninginum húsast eisini skótarnir í fimm patruljurúmum, umframt at har eisini eru goymslurúm og onnur rúm.
Skrivari í KFUK í dag er Louisa Niclasen úr Hesti, sum samstundis er skrivari hjá KFUM í Havn.
NÚ KFUK í Tórshavn í dag fyllir 80 ár, eru umleið 100 limir í felagnum.