Sambært uppskotinum til nýggja postlóg, sum júst er løgd fyri løgtingið, skal landsstýrismaðurin við vinnumálum hava heimild til at áleggja privatum postútberarum eitt javningargjald.
Hetta javningargjald skal brúkast til at tryggja postflutningin kring alt landið, so at smáu plássini kring landið ikki verða fyri vanbýti.
Hesa heimild óttast Prentmiðstøðin, sum í løtuni ber vikuskiftisbløðini út.
? Vit stúra fyri, at hetta gjald fer gera tað ógjørligt hjá okkum at bera bløðini út á teimum støðum, har vit ynskja tað, tí vit skulu gjalda fyri tað, sigur Hjalgrím Samuelsen, nevndarformaður í Prentmiðstøðini.
Forðing
Hann vísir á, at tað ber ikki til at reka postflutning kring alt landið við vinningi fyri eyga, og tí kann Prentmiðstøðin ikki átaka sær at bera bløðini út kring alt landið, um tað ikki fær stuðul til tað.
Hetta gav eisini úrslit í farnu viku, tá vikuskiftisútberingin til smápláss varð steðgað, tí hon loysti seg ikki.
Men nú óttast Prentmiðstøðin, at heimildin í nýggju postlógini kann gera tað ógjørligt at bera bløðini út á teimum stóru plássunum, tí gjaldast skal fyri hetta.
? Sum nú er kunnu vit ikki fara undir at bera bløðini út í Havn, um vit ikki samstundis fáa stuðul til at bera tey út kring alt landið. Hetta er ein undarlig støða, heldur Hjalgrím Samuelsen.
Hann heldur, at nýggja postlógin tí er ein staðfesting av monopolinum hjá Postverkinum.
Ikki ætlanin
Vinnumálastýrið hevur gjørt uppskotið um postlógini, og har verður sagt, at tað er ikki ætlanin hjá Vinnumálastýrinum at leggja avgjald á útberingina av bløðunum.
? Ætlanin er, at javningargjaldið bara skal umfata tann partin, sum Postverkið hevur einkarætt til, og tað eru brøv og postkort og ikki bløð av ymsum slagi, sigur Niels Winther, fulltrúi í Vinnumálastýrinum.
? Men eg dugi samstundis at skilja, hví bløðini fata lógina, sum tey gera, tí lesur tú lógartekstin beinleiðis og ikki hugsar um kapitulyvirskriftirnar, so kann uppskotið fatast sum, at javningargjaldið eisini umfatar bløðini.
Vinnumálastýrið ætlar at fáa greiði á hesum málinum, tí ætlanin hjá verandi landsstýrið er ikki at leggja avgjald á blaðútbering.
Upprunaliga uppskotið er fleiri ára gamalt, og tí ætlar Vinnumálastýrið at kanna, hvat upprunaliga hugskotið var við javningargjaldinum.
? Men eg kann svara fyri hetta landsstýrið, at her er ikki ætlanin, at javningargjaldið skal umfata blaðútbering, sigur Niels Winther.










