Støðan í Egyptalandi er nú so ruðuleikakend og fløkt, at alsamt fleiri eygleiðarar stúra fyri, at tað kann enda við beinleiðis borgarakríggi.
Síðstu dagarnar eru fleiri viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum skotin, og tað styrkir kensluna hjá islamistunum av, at hetta snýr seg um eitt stríð fyri ella ímóti islam.
Tað kann aftur merkja, at onnur fara at leggja uppí, og fleiri nevna vandan fyri, at yvirgangsfólk frá al-Qaeda kunnu fara at gera sær dælt av støðuni.
Fleiri nevna eisini, at støðan í Egyptalandi er farin at líkjast alsamt meira støðuni í Algeria, sum elvdi til borgarakríggj og blóðbað frá 1992 til 2005.
Muslimski Bróðurskapurin, sum er baklandið hjá frákoyrda forsetanum, Mohamed Mursi, hevur mælt til mótmæli, men bara í gjár blivu 51 fólk dripin og yvir 400 løstað í mótmælistiltøkum í Kairo.