Áttandihvør hoyvíkingur er í Svøríki

Víkingar gera stóra innrás í Svøríki í løtuni. Og talan er um hoyvíkingar.

 

Ítróttarfelagið H71 í Hoyvík er í hesum døgum í ferð við at seta eitt heilt serligt føroyskt met – og helst eisini altjóða met. Felagið tekur lut við øllum sínum hóndbóltsleikarum í ungdómsdeildunum í heimsins størstu hondbóltskapping, PartilleCup, í Göteborg í Svøríki. Kappingin fer fram hesa vikuna frá 1. til 6. juli.

 

H71 hevur 18 lið við í kappingini - frá teimum yngstu 9 og 10 ára gomlu, til tey elstu 18 ára gomlu. Tilsamans eru einir 180 leikarar úr Hoyvík á svensku vallunum hesar dagarnar. Harumframt eru sjey leikarar úr H71 á U19-landsliðnum hjá monnum, sum eisini spælir í Göteborg hesa vikuna í stóru European Open-kappingini.

 

Men afturat tí eru so venjarar, leiðarar, foreldur, systkin og ommur og abbar í ferðalagnum hjá H71, ið tilsamans telur omanfyri 370 fólk.

 

Í Hoyvík búgva nakað omanfyri 3000 fólk, so uml.12-13% av fólkinum í Hoyvík eru í Svøríki. Áttandi hvør hoyvíkingur hevur sostatt valt at fara við H71 til hondbólt uttanlands. Talan er uttan iva um føroyskt met, tá talan er um at taka lut í kapping uttanlands hjá einum ítróttarfelag. Og í mun til fólkatalið er helst eisini talan um met - og tað verður lagt til merkis og viðurkent hjá fyriskiparunum í PartilleCup.

 

Bara í innleiðandi umførunum skal H71 leika 100 dystir.

 

Í PartilleCup taka annars 1100 lið úr meira enn 40 londum lut. 22.000 leikarar spæla meira enn 93.000 dystir, teir seks dagarnar, kappingin er.

 

At gera slíka ferð hjá H71 hevur kravt eina øgiliga fyriskipan í Hoyvík. Ein Partille-bólkur hevur samskipað alt saman við nevnd og stuðulsfelag, og tey hava skipað fyri ørgrynnu av tiltøkum til tess at savna pening inn. Tað hevur eydnast at savna pening inn, soleiðis, at tað ikki verður ov kostnaðarmikið at tak lut.

 

H71 fer at siga frá, hvussu gongur hjá teimum mongu liðunum í kappingini. Á heimasíðu felagsins www.H71.fo verða myndir og tíðindi at síggja. Og somuleiðis ber til at fylgja við á facebook við at leita eftir H71.

 

Frágreiðingina omanfyri skrivaði Høgni Hoydal, sum er ein av luttakarunum.

 

Í Partillebólkinum hjá H71, sum sæst á eini av myndunum niðanfyri, sita: Anna Dam, Selma Davidsen, Ruth Solmunde, Una Joensen, Bergtóra H. Joensen, Emy Sólvitsdóttir og Katrin Joensen