Tað verða tey somu seks liðini sum tann 20. oktober vóru á veg suður til Suðuroyar við Smyrli. Men av tí at Smyril fekk tekniskar truppleikar mátti kappingin útsetast.
Og av tí at skráin longu frammanundan er sera trong verður neyðugt at spæla í dag, hóast tað er allahalgunardagur.
Feløgini sum koma at luttakað eru
Klaksvíkar bridgefelag
Eysturoyar Bridgefelag
Havnar Bridgefelag
Nýggja Bridgefelag.
Bridgedeildin Kaggans.
Suðuroyar bridgefelag
Byrja verður kl 09:30 og spæld verða 60 spøl.