Trygvi: ÍF sleppur ikki at oyðileggja eystanstevnuna

(Ljóðsamrøða) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ vitjaði eystanstevnusendingina hjá Rás2 í dag

Ein av gestunum, sum vitjaðu eystanstevnusendingina hjá Rás2 í dag, har sent var úr býráðssalinum í Runavík var høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen.

 

Trygvi er í tí stóra og heila nøgdur við spælið og hugburðin higartil, men hevði ynskt sær eini 6-7 stig meira, enn NSÍ hevur nú.

 

Uppá svar til Dánjal á Lakjuni hjá ÍF, segði Trygvi, at teir í NSÍ ætla ikki at lata ÍF oyðileggja eystanstevnuna hjá NSÍ, tá liðini møtast leygarkvøldið klokkan 18.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Trygva Mortensen.