Ótryggleikin hevur havt sín kostnað

- Vil vilja hava at vita, nær fólk eru í tænastu, og vit vilja eisini hava at vita, nær tænasta verður veitt okkara viðskiftafólkum, sigur Bergur í Garði, postverksstjóri

Stjórin á Postverki Før­oya, Bergur í Garði, sig­ur, at starvsfólk á Frí­merkja­deildini hava stemplað í nøkur ár, og tá ið partur umsitingini og giro-virkseminum varð flutt á Óðinshædd, var tað nattúrligt, at hesi fólk hildu fram við somu skipan.
- Síðan eru øll tey, sum vit rópa tey vanligu skriv­stovufólkini, komin undir somu skipan, og nú at enda eisini postboðini og tey, sum eitt nú fáast við at skilja post.
Tænastan
Bergur í Garði vísir á, at hóast postboð nú eisini skulu stempla, er gamla ak­kordskipanin framvegis gald­andi.
- Postboðini arbeiða undir eini akkordskipan, sum er ellligomul og ikki dagførd. Tey møta til arbeiðis, gera sín post lidnan og eru liðug tá ella tá. Stempul-skipanin ávirkar soleiðis ikki teirra arbeiði og løn.
Postverksstjórin sigur, at tað, sum leiðslan vil við stemplingini, er, at øll skulu vera undir somu skipan.
- Vil vilja hava at vita, nær fólk eru í tænastu, og vit vilja eisini hava at vita, nær tænasta verður veitt okkara viðskiftafólkum.
Hann heldur, at hetta er ein náttúrligur partur av upp­gávuni hjá stovninum.
- Tað hevur týdning fyri Postverk Føroya, nú grund­ar­lagið er broytt, at vit vita, nær vit veita okkara við­skifta­fólkum tænastu.
Bergur sigur, at stempul­klokkan soleiðis einki hevur við lønarviðurskiftini hjá post­boðunum at gera, tí hesi arbeiða sum nevnt undir akkordskipanini.
Hann ásannar, at hetta er ein skipan, sum eisini snýr seg um vunnin rættindi.
- Nakað annað er so tað, at vit hava biðið um at fáa hesa skipan, sum gongur so nógv ár aftur í tíðina, dagførda.
Avleiðingar
Stjórin vísir á, at nú Postverk Føroya arbeiðir undir heilt øðrum fyritreytum  og leingi hevur verið undir polit­iska luppinum, er neyðugt, at leiðslan hevur fingurin á pulsinum.
Spurdur, um hann skilir, at trivnaðurin á Postverki Føroya, soleiðis sum for­mað­urin í Postfelag Føroya sipar til, er vánaligur, sigur Bergur í Garði:
- Jú, eg skilji væl, at tann ótryggleiki, sum hevur vald­­að um postverkið í so langa tíð, hevur havt sínar av­leiðingar  bæði fyri starvs­fólk og leiðslu. Tað er altíð keðiligt, tá ið ting leingi liggja í ógreiðu.
Bergur í Garði vísir á, at Postverk Føroya leingi hevur verið til viðgerðar á politiska leikpallinum.
- Hetta hevur havt sín kostn­að, bæði fyri tey, sum arbeiða innan stovnin og tey, sum hava dagligu leiðsl­una á stovninum, sigur post­verksstjórin.