Tryggingar
Hvussu ber tað til, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur orku til at seta so nógvar miljónir í føroysku ferðavinnuna, nú felagið bæði eigur partapening og ábyrgdarlán í Smyril Line, hevur keypt Hotel Føroyar, Vallaraheimið við Oyggjarvegin og nú eisini Tórshavnar Sjómansheim?
Sosialurin spurdi Gunnar í Liða, stjóra í felagnum, um orsøkin er hon, at tryggingartakarar rinda ov høg gjøld fyri sínar tryggingar?
- Ja, hatta er ein góður spurningur, sum nógv ivaleyst seta sær, og tað er gott, at tú setir hann. Men soleiðis hanga viðurskiftini ikki saman.
Stjórin vísir á, at sjálv tryggingarsíðan ikki hevur verið nakað at reypa av seinastu árini.
- Tryggingarinntøkurnar í fjør vóru út við 300 miljónir krónur og avlopið av hesum virksemi var einar 7-8 miljónir krónur. So, tað er ikki hetta, sum hevur ríkað felagið, men tað íløguvirksemið, sum felagið hevur.
Hinvegin, sigur stjórin, er tað týdningarmikið fyri felagið, at raksturin av tryggingarvirkseminum hongur saman.
Í tveimum
Gunnar í Liða vísir á, at virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er í tveimum, tryggingarvirksemið og íløgurnar.
Í greinini omanfyri sigur hann, at felagið hevur 1,4 miljardir krónur, sum skulu "plaserast" onkustaðni, og tað er umráðandi, at eginognin gevur besta avkastið.
- Tað er sjálvandi týdningarmikið fyri okkum, at raksturin av sjálvum tryggingarvirkseminum eisini hongur saman.
Stjórin sigur, at íløgurnar hjá felagnum skulu síggjast sum eitt supplement til tryggingargjøldini.
- Jú, betri avkast felagið hevur, jú lægri tryggingargjøld og betri tænastu kunnu vit bjóða okkara viðskiftafólkum, sigur hann.
Broytingar
Stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at ymiskar broytingar verða framdar á Tórshavnar Sjómansheimi, sum tíðin gongur, men ætlanin er at fremja hesar í smáum.
Spurdur, væntar hann, at skeinkiloyvi verður útvegað til virksemið.
- Ætlanin er at reka virksemið soleiðis, at vit varðveita tey viðskiftafólk, sum Tórshavnar Sjómansheim hevur í dag. Vit fara at sýna teirri søgu, sum sjómansheimið hevur, virðing og broytingarnar fara at koma so við og við, sigur Gunnar í Liða.