Trygdin verður betri og betri

Tá nógv fólk koma saman á eitt so lutfalsliga lítið pláss sum Voxbotn, er neyðugt við góðum og neyvum eftirliti við fjøldini, soleiðis at trygdin er í ordan.

Serliga er tað, tá stóru nøvnini framføra, at trýstið móti pallinum verður stórt, og um illa stendur til, kunnu fólk koma til skaða.

Tíbetur eru royndir vaktir til staðar, hvørs uppgáva er at tryggja, at øll kunnu fáa eitt gott og trygt tónleikaupplivilsi.

in.fo fekk eitt prát við "bamsurnar", ið stenda fremst við pallirnar, og higartil hava fólk skikkað sær heilt pent, siga teir.

- Tað verður mest seinni, at vit fáa okkurt at gera, siga teir, men leggja aftrat, at við árunum hava teir fingið fleiri og fleiri royndir, ið ger arbeiðið hjá teimum betri og lættar.

Hesaferð eru girðingarnar fram við pallinum settar øðrvísi, soleiðis at trýstið lætnar hjá teimum, ið standa fremst.

Og tað er eisini ein av høvuðsuppgávunum hjá bamsunum - at hjálpa teimum burtur, ið onkursvegna eru komin illa fyri.

- Vit læra at gera hetta betri og betri fyri hvørt ár, siga vaktirnir, ið fingu sær ein stuttan steðg, aftaná at Bro hevði verið á pallinum.