Fyri eini lítlari løtu síðani handtók løgreglan í Havn trý Sea Shepherd fólk. Tey eru handrikin eftir at løgreglan hevur jagstrað tey í einum skjóttgangandi báti í Tangafirði og í Nólsoyarfyri ein góða løtu nú seinnapartin.
Seinnapartin í dag vóru grindaboð í Tangafirði, men tað vísti seg at vera springarnar og tó lótu teir hvalirnar sleppa.
Eisini Sea Shepherd fekk grindaboðini og tey sendu ein skjóttgangandi bát á staðið og tey royndu at reka springarnarnar útaftur. Men løgreglan hevur eisini skjóttgangandi bátar og sendi ein teirra eftir Sea Shepherd fólkunum.
Løgreglan bað Sea Shepherd fólkini gevast, tí tey loypti óneyðugan ótta á springarnar, men tey aktaðu ikki. Tey aktaðu heldur ikki, tá ið løgreglan bað tey steðga.
Tí sigldi løgreglan eftir teimum, men tey hildu undan, og sigldu eina góða løtu undan løgregluni runt á Tangafirði og í Nolsoyarfirði. Men sunnaliga í fjørðinum varð Sea Shepherd báturin kortini tikin. Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at tey trý Sea Shepherd fólkini umborð, eru handtikin og at tey nú eru førd á løgreglustøðina til avhoyringar. Les eisini: Bátajagstran í Tangafirði Tey eru skuldsett fyri at hava brotið djóraverndarlógina fyri at hava loypt óneyðugan ótta á hvalirnar og tey eru eisini skuldsett fyri ikki at gera eftir boðum frá løgregluni. Tey eru ikki skuldsett fyri at bróta kunngerðina um grind, tí hon er nevniliga ikki galdandi fyri springarar.
Peter Thaysen sigur, at tá ið tey eru avhoyrd, verða tey leyslatin. Løgreglan fer ikki at leggja hald á bátin, so hann verður latin teimum aftur í kvøld. Peter Thaysen sigur, at væntandi fáa tey eitt uppskot um eina bót. Taka tey ikki av, fer málið í rættin. Støða er ikki tikin til, um løgreglan fer at mæla til, at tey verða víst av landinum. |










