Eitt russiskt dronuálop hevur dripið trý fólk og sært tvey í einum ferðafólkatogi í útnyrðingspartinum av Kharkiv í Ukraina.
Tað sigur ukrainska ákæruvaldið sambært Reuters.
Økisákæruvaldið sigur, at tokið varð rakt nærhendis eini bygd, tá tað ferðaðist úr býnum Tchop til býin Barvinkove í Kharkiv-økinum.
Sambært ákæruvaldinum raktu tvær dronur eitt øki fram við tokinum, meðan ein triðja drona rakti ein av vognunum í tokinum, skrivar Reuters.
Tað vóru eftir øllum at døma 155 ferðafólk í tokinum.
Ukrainski varaforsætisráðharrin, Oleksiy Kuleba, lýsti álopið á tokið fyrr týsdagin sum “eina beinleiðis gerð av russiskum yvirgangi”.
Tá var talið av deyðum og talið av særdum ókent.
Ritzau/Reuters











