Ein kanning, sum týski DIK-stovnurin hevur gjørt, vísir, at tað gongur trupult at manna vaktirnar á fýra av hvørjum fimm týskum sjúkrahúsum.
Hetta er galdandi bæði á intensivu deildunum og á sjúkrahúsunum annars.
Kanningin byggir á samrøður við næstan 300 heilsustovnar í landinum.
Men, tað er ikki bara á starvsfólkaøkinum, at tað gongur trupult á sjúkrahúsunum í Týsklandi.
60 prosent av sjúkrahúsunum hava eisini trupult við at fáa endarnar at røkka fíggjarliga og fara at koma við halli, nú árið 2021 nærkast endanum.
Í øllum Týsklandi eru 22.300 leys størv, sum ikki verða sett, og hetta tal er trífaldað síðan 2016. Kanningin vísir eisini, at 84 prosent av sjúkrahúsunum í Týsklandi stríðast fyri at finna arbeiðsfólk.
- Starvsfólkatrot er størsti trupulleikin fyri fólkaheilsuna. Tískil má trupulleikin hava hægsta prioritet hjá politikarunum, sigur Gerald Gass, leiðari fyri týska sjúkrahúsfelagið.
Sambært tíðindastovuni NTB hava heilsutryggingarfeløg funnist at kanningini hjá DIK-stovninum, tí tey meta, at tað er sjúkrahúsfelagið, sum sjálvt kann gera nakað fyri at loysa trupulleikarnar.
- Sjúkrahúsini fáa allar starvsfólkaútreiðslur goldnar, sigur Florian Lanz í felagnum fyri heilsutryggingar, og hann leggur samstundis aftrat, at sjúkrahúsini eitt nú noyðast at veksa um talið av læruplássum.