Knudsen hevði longu eitt sindur av smásnuddum frá venjingardystinum í Århus áðrenn kappingina í Noregi, og hann mátti ein túr á bonkin í fyrsta hálvleiki, so hann fer at hava gott av at fáa hvílt seg eina heilan dag.
- Man er nógv útsettur, tá man spælur sum strikuspælari, og tá man spælur nógv, fær man nógvar snuddir. Tað gekk heilt væl, men tá eg skuldi boyggja knæið fór tað undan mær, segði Knudsen um skaða sín.
Hann kom tó á vøllin aftur og fullførdi dystin, men hann nærum dróg beinið eftir seg við dystarlok, við einum ísposa fastspentum um knæið.
- Sjálvandi er tað ikki optimalt fyri meg sjálvan, og eg hugsaði nógv um tað, meðan eg spældi, men tó royndi eg at geva meg 100 prosent.
Sluppu undan Fraklandi
Við oddasessinum í bólkinum slapp Danmark frá at spæla móti Fraklandi í hálvfinaluni.
- Sjálvandi er tað ein fyrimunur, ikki at skula møta Fraklandi, tí teir spæla eisini sera vakran hondbólt. Men eg haldi at vit skulu hyggja eftir okkum sjálvum og tí spælinum, vit megna at spæla, í staðin fyri at fokusera um mótstøðuna. Tað er altumráðandi at vit eru kaldir og klárir og hava høvdið við okkum, so skulu vit óivað vinna hasa hálvfinaluna, segði Knudsen, ið er líka glaður, um tað er Svøríki ella Týskland í hálvfinaluni.
Í gjárkvøldið varð so greitt at tað verður Týskland, som Danmark skulul møta eftir ein sigur móti Svøríki, áljóðandi 31-29.