Trump: Norðurkorea kann blóma av dubbing

Norðurkorea hevði blómað búskaparliga, um Kim Jong-un beindi burtur kjarnorkuvápn síni, tweetar Trump fyri toppfund.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, spáar Norðurkora eina stórfingna framtíð, um landið gevst við kjarnorkuætlanum sínum.

 

Tað skrivar amerikanski forsetin í einum tweeti frá Hanoi fyri fundin í morgin við Norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

 

Trump kom til høvuðsstaðin í Vietnam í gjárkvøldið, og hann er týðuliga hugtikin av búskaparligu framgongdini.

 

– Vietnam blómar sum fá onnur lond. Norðurkorea hevði eisini blómað, og nógv skjótar, um tey avdubba kjarnorkuna.

 

Menningarmøguleikarnar eru framúr, ein stórur møguleiki, næstan uttan líka í søguni, fyri vin mín Kim Jong-un, tweetar hann.

 

Eftir ætlan byrja Trump og Kim Jong-un um annan toppfund teirra millum í morgin. Hósdagin helda samrøðurnar fram.

 

/ritzau/Reuters