Trump í øðini um ákæru í miðlunum

Donald Trump kallar FBI kanningina av hansara sambandi við Russlandi fyri eitt fornermils

Donald Trump forseti í USA sigur, at FBI er farið fram á ein ógrundaðan hátt og uttan prógv, tá ið FBI fór undir at kanna hansara uppsøgn av FBI stjóranum James Comey. Hetta skrivar Ritzau í dag. 

 

Útsagnirnar eru ein reaktión upp á tað, sum avísin The New York Times skrivar um - nevniliga, at FBI hevur kannað, um Trump hevur arbeitt fyri Russland, ímóti áhugamálunum hjá USA. Tað er hetta, sum Trump rópar fyri eitt stórt fornermilsi. 

 

Hendan kanningin varð sett í verk, eftir at forsetin segði Comey úr starvi. Tað siga dulnevndar keldur við The New York Times. Í kanningararbeiðnum bleiv tað kannað, um Trump antin tilvitað ella ótilvitað arbeiddi fyri Moskva, og um hann er ein hóttan móti trygdini í USA. 

 

- Kanningin bleiv seinni løgd undir serliga ákæran Robert Mueller, og hansara breiðari kanningum av, um Russlandi ávirkaði amerikanska valið í 2016, skrivar The New York Times. 

 

Í amerikonsku miðlunum er nú ljós varpað á, at Trump hevur gjørt sær stóran og óvanligan ómak at halda innihaldið av sínum samrøðum við russiska forsetan Vladimir Putin fjalt fyri bæði almenninginum og sínum ráðgevum. Tað skrivar The Washington Post, sum millum annað vísir til ein fund millum teir báðar leiðararnar í Hamburg í 2017. 

 

Her skal Trump sambært The Washington Post hava tikið notatini, sum hansara tulkur tók á fundinum. Samstundis bað hann tulkin um ikki at umrøða innihaldið av fundinum við aðrar embætismenn. Miðilin skrivar, at tað er eitt mynstur hjá Trump, at hann í fleiri umførum hevur afturhildið upplýsingar um sítt samskifti við Putin. 

 

Hesar søgurnar leggja til báli um, hvørt Trump og hansara starvsfólkahópur arbeiddi saman við russiskum agentum fram til forsetavalið í 2016. Ákærin Robert Mueller er í endaspurtinum av sínum kanningararbeiði av sambandinum millum Russland og Donald Trump. 

 

Trump sigur, at eingin forseti hevur lagt eina harðari linju móti Russlandi enn hann. 

 

- Wow, eg havi júst upplivað í New York Times, at teir korruptu fyrrverandi leiðararnir av FBI, sum næstan allir eru koyrdur frá, tvungnir til at fara frá orsaka av nøkrum ringum, settu eina kanning í gongd av mær, ógrundað og uttan prógv - eftir at eg koyrdi lygnaran Comey frá, skrivar Trump sambært Ritzau. 

 

- Tað var ein stórur dagur fyri USA, tá eg koyrdi James Comey, skrivar Trump víðari og kallar Comey "ein korruptan politist, sum verður fullkomiliga vardur av sínum besta vini, Bob Mueller". 

 

Mueller hevur í sínum kanningararbeiði reist ákæru móti 33 fólkum - millum annað fólkum frá russisku hernaðarligu fregnartænastuni GRU, og fleiri av fyrrverandi arbeiðsfólkunum hjá Donald Trump, sum hava staðið honum nær, hava játtað seg sekan. 

 

 

/ritzau/AFP