Donald Trum, sum er útihýstur av Twitter ætlar sær ikki aftur á sosiala miðilin, sjálvt um hann skuldi sloppið tað, nú Elon Musk hevur keypt sosiala miðilin.
Tað segði fyrrverandi forseti í samrøðu við Fox News Digital í gjárkvøldið.
– Eg verði verandi á Truth, sigur Donald Trump sambært Fox við tilsiping til sín egna sosiala miðil Truth Social.
– Mær dámar hann betri og tann mátan, sum hann virkar uppá. Mær dámar væl Elon, men eg verði á Truth.
Tesla-eigarin og heimsins ríkasti persónur, Elon Musk, keypti í gjár Twitter, eftir eina uppstrídda tilgongd í fleiri mánaðir.
Musk hevur boðað frá stórum broytingum á Twitter.
Hann hevur ikki sagt beinleiðis, um Trump sleppur aftur á Twitter, eftir at fyrrverandi amerikanski forsetin var útihýstur av Twitter í kjalarvørrinum av álopinum á Kongressina 6. januar í 2021.
Men Musk hevur sagt, at tað ikki var rætt at útihýsa honum.
Hvussu Twitter í framtíðini fer at moderera útsagnir, er ógreitt.
##med2##
Á Twitter skrivaði Elon Musk í gjár, at hann nú fer at seta eitt »ráð við ymsum sjónarmiðum«, sum skal umrøða evnið.
Tað verða sambært vinnulívsmanninum ikki tiknar størri avgerðir, fyrr enn ráðið hevur verið saman.
Trump varð útihýstur av Twitter fyri allar tíðir, fáar dagar eftir at viðhaldsfólk hansara lupu á Kongressina í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D. C.
Tað varð gjørt eftir stúranir um, at Trump við boðum sínum fór at »eggja« til enn meira harðskap, var grundgevingin tá.
/ritzau/