Eins og í fjør varð ein sonevndur showbilur avdúkaður, tá festivalurin byrjaði leygardagin. Hesaferð var tað ein Volvo hjá Henrik Kofod. Bilurin er flottur og vakti veruliga ans á festivalinum.
Umframt sjálvan Trucker Festivalin varð eisini skipað fyri bilboksing. Sum nakað nýtt var fiskikapping við kranabilum.
Fyrireikararnir Leif Eliasen og Hugo Skorastein siga, at nógv fólk vitjaðu festivalin, sum var ein flott framsýning av lastbilum. Sunnudagin var steypahandan fyri flottastu bilarnar, og Trucker Festivalurin 2010 endaði við, at bilarnir koyrdu í konvoy úr Klaksvík kl. 17.30.