Triðja umfarið av sjónvarpsrøðini Brotsgerðin verður nú víst í bretskum sjónvarpi. Tað er rásin BBC Four, sum sendir Brotsgerðina, og nú nýggja røðin byrjaði um leygarkvøldið, hava tíðindafundir verið hildnir í Onglandi í vikuni. Tíðindafólkini í Onglandi spyrja um tað sama, sum tíðindafólk aðrastaðni, men ein munur er.
- Eingilsmenn hava nógv størri áhuga fyri troyggjuni hjá Sarah Lund enn danskarar. Teir eru púra vekk í troyggjuni, og hon er næstan ein høvuðsleikari í sær sjálvum í hesi røðini. Tíðindafólkini spyrja alla tíðina um “that jumper”, sum tey málbera seg, sigur Piv Bernth, leiðari við DR Drama, við blaðið BT.










