Tróndur Ravnsfjall ráðgevi hjá ÍSB

ÍSB hevur sett Trónd Ravnsfjall sum nýggjan ítróttarráðgeva

Tróndur er 38 ár, búsitandi í Sandavági, og er útbúgvin námsfrøðingur.

Hann hevur arbeiðsroyndir innan fyristing, hevur starvast á dag- og bústovnum, og er virkin ítróttarvenjari.

Høvuðsuppgávurnar hjá ítróttaráðgevanum eru at røkka málsetningunum hjá ÍSB sum eru:

– at fáa fleiri íðkandi við 
– at veita størri/ breiðari úrval av ítróttagreinum 
– at víðka samstarvið við ítróttafeløg og sersambond 
– at fáa størri ’integratión’ inn í vanliga ítróttin í lag 
– at røkka inn um skúlagátt við kunnleika um heilsu, brek og ítrótt 
– at skipa fyri, at vælbúnir venjarar taka sær av ítróttinum 
– at tryggja  íðkandi góðar umstøður at íðka sín ítrótt 
– at tryggja íðkandi hóskandi avbjóðingar 
– at fáa lokalfeløg og/ ella deildir at virka 
– at skapa stuðul, samanhald og sjálvbodni kring arbeiðið hjá ÍSB