Seinnapartin var seinasta umfarið leikt í bestu norsku mansdeildini í hondbólti.
Í Aquarama høllini í Kristiansand tóku Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir móti Arendal.
Í allarseinastu sekundinum tryggjaði Tollef Oskar Lindqvist Kristiansand javnleik 26-26. Tað eina stigið var við til at senda Kristiansand upp á níggjunda plássi, har teir hava 18 stig. Tróndur og liðfelagarnir sluppu sostatt undan 12. plássinum, har Follo hevur 17 stig. Tað merkir eisini, at Kristiansand hevur bjargað sær eitt nýtt kappingarár í bestu deildini, og teir sleppa undan at spæla Play Off dystir móti einum liði úr næstbestu deildini. Kristiansand var á odda 14-12 í steðginum.
Saman við Tollef Oskar Lindqvist var Tróndur toppskjútti hjá Kristiansand í dag. Teir skutu fimm mál hvør. Tróndur legði eisini upp til tvey mál (assist), og hann vann eisini liðnum hjá sær eitt brotskast.
Tað eru eisini góð tíðindi fyri landsliðstoymið, at Tróndur fær enn eitt ár í bestu deildini í Noregi.