Málið um kroysta danska veðurlagsráðharran Lars Aagaard tók eina nýggja vend í dag, tá tey trý norðuratlantisku fólkatingsumboðini, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum og Aaja Chemtiz úr IA í Grønlandi boðaðu frá, at tey stuðla kroysta ráðharranum.
Tey trý greiða frá støðu síni í skrivligum boðum til Ritzau.
- Vit hava álit á, at ráðharrin í framtíðini í nøktandi mun fer at draga fólkatingið við og upplýsa. Við hesi bakgrund stuðla vit ráðharranum og stjórnini sum heild.
Hinvegin vilja tey trý framvegis leggja dent á, at tað er atfinningarsamt, at Lars Aagaard dylur seinkingarnar.
Tað er "harmiligt", at Fólkatingið ikki varð kunnað um upplýsingar um eina munandi seinking í grønu umleggingini, stendur í fráboðanini.
- Tað er avgerandi fyri álit og tingarbeiði, at flokkarnir á Fólkatingi verða kunnaðir áhaldandi, skriva tey.
Samstundis gera tey vart við, at ráðharrin hevur biðið um umbering og viðurkent, at vantandi kunning var vandamikil.
Fjórði fólkatingslimurin í Norðuratlantshavi, grønlendska Aki-Matilda Høegh-Dam, sum er vald fyri grønlendska javnaðarflokkin Siumut, men nú er vald í landstingið fyri Naleraq, hevur enn ikki tikið støðu til, hvat hon ger. Men tað er ikki í hennara áhuga at fella ein ráðharra, sigur hon við DR í dag.
Tað er ikki vanligt, at norðuratlantisku fólkatingsumboðin blanda seg beinleiðis í innanhýsis politisk mál í Danmark.
Og hevur fingið danksa politiska viðmerkjaran og fyrrverandi spinndoktara hjá Helle Thorning-Schmidt, fyrrverandi forsætisráðfrú, at siga, at gongdin er »opsigtsvækkende«,
– Dramaið um Lars Aagaard fær eina nýggja og óvæntaða vend, og tankin um, at stjórnin bara letur Lars Aagaard sigla sín egna sjógv, er vist burtur. Hetta er prógv um eina stjórn, sum leggur allar sínar flísar í fyri ikki at fella ein ráðharra, sigur hann.
Tað er negativ parlamentarisma í Danmark, so tað skal ein meiriluti vera ímóti Lars Aagaard, um hann skal fella sum ráðharri.
Stjórnin hevur 85 mandat aftanfyri seg, og við teimum trimum norðuratlantisku hava tey 88.
Avbjóðingin verður tí at finna seinasta mandatið, sum kann tryggja stjórnina.
Tað er at finna millum uttanflokkatingfólkini Jon Stephensen, Mike Fonseca, Theresu Scavenius, Jeppe Søe ella grønlendsku Aki-Matildu Høegh-Dam.
Vanliga 90 sessir til ein meiriluta, men Peter Seier Christensen hevur verið sjúkrameldaður úr Fólkatinginum leingi og fer væntandi ikki at greiða atkvøðu, og harvið er 89 tað týdningarmikla talið, so fer at enda á jøvnum, og so fellir ráðharrin ikki.
/Ritzau/