Ein dystur er leiktur í bólkinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Nations League deild C.
Fyrr í dag vann oddaliðið í bólki 1, Slovakia 2-0 á Moldova.
Karolina Bayerova legði Slovakia á odda longu í fjórða minutti, og stutt undan dystarloki økti Nikola Rybanska til 2-0.
Slovakia hevur fult stigatal, 12 stig fyri fýra dystir. Málúrtøkan er 14-0.
Týsdagin 3. juni spæla Føroyar og Slovakia dyst á Tórsvølli. Áðrenn tað, 30. mai spæla okkara dyst á útivølli móti Moldova.
Føroyar eru í steðginum á odda 2-0 móti Gibraltar í dystinum, ið verður leiktur á Tórsvølli. Eyðvør Klakstein og Jensa Tórolvsdóttir eru føroyski málskjúttarnir í fyrra hálvleiki.