Vit hava vitjað á bóndagarðinum hjá Janusi Joensen, bónda í Gøtudali, sum fyri fáum árum síðan tók eitt nýtt, nútímans og nógv størri fjós í brúk enn tað, hann hevði frammanundan. Tað eru Janus og konan, Bára, bæði eru úr Gøtu, sum reka Varmakeldugarðin saman við familjuni og einum húskalli.
Útgrevsturin til nýggja fjósið, sum er bygt við síðuna av tí gamla, byrjaði í mars mánaði í 2019, og tá fjósið stóð liðugt tvey ár seinni, fluttu neytini inn. Gamla fjósið var umleið 300 fermetrar stórt, og nýggja fjósið er stívliga 1500 fermetrar.
Í gamla fjósinum vóru 42 básar til mjólkneyt, og í nýggja eru 73.
- Eg vil siga, at hetta hevur riggað serstakliga væl og alt, sum hevur við neyt, fóðring og mjólkina at gera, hevur verið sum dagur og nátt í mun til tað, sum var í gamla fjósinum.
Í nýggja fjósinum eru mjólking og fóðring sjálvvirkandi, eins og í nøkrum øðrum fjósum kring landið. Fjósið brúkar onga olju, tí hitin kemur úr rørleiðing, sum liggur undir flóðrinum, sum gevur hita til alt húsið – eisini til matstovuna á fjósloftinum.
Alt, sum fellur frá neytunum fer til biogassverkið Førka á Sandvíkarhjalla, og haðani kemur bilur umleið eina ferð um vikuna eftir fráfallinum, samstundis sum bilurin hevur hitaviðgjørd tøð við sær til bøin hjá Janusi og Báru.
Meðan fjósið í Gøtudali varð bygt, var Janus so heppin at kunna hava nakrar kýr – líka sum í starvsvenjing - í nýggja fjósinum á Viðareiði. Her vóru kýrnar tað mesta av einum ári og lærdu seg at mjólka í nýggja robottinum.
Hetta vóru samstundis kýrnar, sum slóðaðu fyri, tá Janus tók nýggja fjósið í brúk við sjálvvirkandi mjólkirobottinum.
Hjá Janusi Joensen, sum í dag er 51 ár, stóð valið fyri nøkrum árum síðan ímillum at byggja sær eitt størri og nútímans fjós ella at gevast við bóndaskapinum. Hann hevur altíð fingist við neyt – heilt síðan, hann var smádrongur, og hann letur illa at, hvussu hetta er farið við kroppinum og heilsuni.
- Eg eri altíð komin í fjósið, og eg havi staðið á lønarlista her síðan 1987, sigur hann brosandi.
Í nýggja fjósinum er alt vorðið so nógv lættari, og Janus er í dag ógvuliga glaður fyri íløguna, og tað var ikki minst kona hansara, sum eggjaði honum til at nútímansgera virksemið á garðinum.
##med2##
- Konan helt fyri, at eg hevði einki annað gjørt í lívinum enn fingist við neyt, og hvat skuldi eg fara at taka mær fyri, um eg ikki hevði neytini? Vit gjørdu hesa íløgu, og tað eri eg glaður fyri í dag.
Á loftinum í nýggja fjósinum hava Janus og konan innrættað sær eina matstovu. Tað er serliga konan, sum tekur sær av hesum, og her hava tey tiltøk fyri bólkum og øðrum, sum ynskja sær okkurt at eta – antin tað er ein drekkamunnur, frokostur ella døgurði.
Janus ásannar, at kona hansara hevur serliga stóran áhuga í teimum møguleikum, sum her eru, og her hevur eisini verið skipað fyri ymiskum tiltøkum, bæði við mati og tónleiki.
Soleiðis var eisini eitt tiltak herfyri við mati og tónleiki, har Signar í Homrum spældi nøkur løg fyri gestunum.
Lesið áhugaverda grein í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í blaðsølunum. Her eru fýra síður um Varmakeldugarðin við frásøgn og myndum av garðinum.
##med3##