Interpool steðgar á við eftirlýsing av Paul Watson

Í juni verður avgjørt, um altjóða handtøkuboðini fyri Paul Watson skulu strikast.

Interpol steðgar fyribils reyðu fráboðanini (red alert), sum hevur verið á hvalaktivistinum Paul Watson, soleiðis at løgreglumyndugleikarnir kring heimin ikki longur verða bidnir um at handtaka hann

Tað sigur advokaturin hjá honum, Julie Stage, við Ritzau.

Watson varð handtikin á sumri 2024 í Grønlandi við støði í 'red alert' úr Japan. Japan vildi hava hann útflýggjan fyri eitt mál frá 2010.

Eftir at hava verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi í meira enn fýra mánaðir, varð hann leyslatin, tá danska løgmálaráðið avgjørdi, at hann ikki skuldi útflýggjast til Japan.

Ein 'reyð fráboðan' er ein áheitan til politimyndugleikarnar kring heimin um at handtaka ein persón til útflýggjan ella ákæru.

Nú áheitanin er steðgað, merkir tað, at Watson er strikaður av listanum yvir fólk, sum heitt verður á tey 196 limalondini hjá Interpol um at handtaka.

Í einum uppslag á sosiala miðlinum Instagram skrivar grunnurin hjá Paul Watson, at hetta merkir, at hansara "rørslufrælsi er fult endurreist."

- Avgerðin merkir enn eitt framstig fyri rættvísi - og ein sterkur boðskapur til tey, sum royna at brúka rættarskipanir til at fáa umhvørvisverjar at tiga, stendur á Instagram.

Eftir at ein Interpol-nevnd hevur fund í juni, verður væntandi endalig avgerð tikin um, hvørt reyða fráboðanin um Watson skal takast heilt burtur.

Tað var í desember, at Løgmálaráðið avgjørdi, at Paul Watson ikki skuldi útflýggjast til Japan.

Avgerðin varð tikin út frá eini heildarmeting av umstøðunum í málinum, segði danski løgmálaráðharrin Peter Hummelgaard í hesum sambandi.

##med2##

 

Hendingin, sum Japan vildi hava Paul Watson útflýggjaðan og ákærdan fyri, fór fram í Antarktis í 2010.

Sambært japansku myndugleikunum var Watson við til at skaða eitt hvalaveiðuskip og forða japanskum hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.

Watson hevur noktað seg sekan.

Watson varð handtikin í Grønlandi 21. juli, og 1. august fekk Danmark eina útflýggingaráheitan frá Japan.

Tað endaði við, at hon varð vrakað, og 17. desember varð hann leyslatin úr fongslinum í Nuuk.

 

/Ritzau/