Tróndur: Fýra av fimm dystum eru sera avgerandi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Trónd Arge um avrikið hjá HB móti Haifa og um 19. umfar í Betrideildini

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen, tíðindamaður hjá FM1 gjørdi við Trónd Arge í tíðindasendingini klokkan 17.

 

Árni Gregersen bað Trónd Arge taka samanum avrikið hjá HB móti Maccabi Haifa á Tórsvølli ígjár, og so spurdi hann Trónd Arge um 19. umfar í Betrideildini sum verður leikt komandi dagarnar.

 

Tróndur Arge ger greitt, at hóast Maccabi Haifa var á odda 7-2 frá fyrra dystinum, so kann tað ikki skala, at talan var um eitt gott HB-avrik á Tórsvølli ígjár. 

 

Tróndur Arge staðfestir, at talan er um fýra sera avgerandi dystir í ávikavist toppstríðnum og botnstríðnum. FM1 sigur frá øllum hesum fýra dystunum:

 

Leygardagin klokkan 16: 

 

B68-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

TB-B36

 

Leygarkvøldið klokkan 18:

 

NSÍ-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 15:

 

EB/Streymur-07 Vestur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Mikukvøldið klokkan 18:

 

HB-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo