Trolbátarnir hava góðan fiskiskap norðanfyri

Allir teir smáu trolbátarnir eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski, og fiskiskapurin er góður

- Allir partrolararnir uttan tvey pør eru í løtuni til fiskiskap, og fiskiskapurin hjá skipunum er misjavnur. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolararnir eisini fáa nakað av hvítum fiski sum hjáveiði, eitt nú hýsu og hvítingi.

 

- Fleiri partrolarapør koma inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni eru tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Annar fiskar upsa, og hin fiskar svartkalva. Báðir landa í næstu viku.

 

Allir teir smáu trolbátarnir eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski.

 

- Fiskiskapurin hjá teimum smáu trolbátunum hevur verið góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.