Landsliðsleikarin, Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki hava framvegis fult stigatal aftaná tvey umfør í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Samuel spældi allan dystin, tá SJK á heimavølli á OmaSp leikvøllinum í Seinäjoki vann 1-0 á fremsta liðnum í finsku fótbóltssøguni, HJK Helsinki.
Tað hjálpti SJK væl, at HJK fekk ein mann vístan av vøllinum beint undan steðginum. Tá ein tími var leiktur av dystinum skoraði Kasper Paananen sigursmálið við einum góðum skoti úr 17 metrum.
SJK er fremst í deildini við seks stigum fyri tveir dystir. Tó hava fleiri lið til góðar at spæla annan dystin í deildini.
Páskaaftan klokkan 15 skulu Samuel og liðfelagarnir spæla dyst í Mariehamn í Álandi móti IFK Mariehamn, ið er fótbóltsstoltleikin í Álandi. Tað verður ein longri ferð, men uttan iva ein góð uppliving. Føroyingar hava í tveimum førum verið á oyggjaleikum á Álandi. Í 1991 og í 2009, tá vit gjørdust mest vinnandi oyggjasamfelagið á leikunum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá 1-0 sigrinum hjá SJK Seinäjoki á HJK Helsinki. SJK veitir góða tænastu til sínar fjepparar við einum longri samandrátti. Samuel sæst við nummar 28 á rygginum:
##med2##