Kenneth Høegh verður arktiskt sendifólk

Í dag er kunngjørt, at arktiska sendifólkið verður Kenneth Høegh, sum í løtuni røkir starvið sum sendimaður Grønlands til Washington D.C.

Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá mai 2025 til mai 2027.

 

Leiklutabýtið undir formansskapinum er avgjørt í semju millum londini, sum varð kunngjørd í desember 2024 - sí her.

 

Sambært semjuni tilnevnir Grønland vegna kongsríkið eitt arktiskt sendifólk, sum Føroyar og Danmark skulu góðkenna.

 

Í dag er kunngjørt, at arktiska sendifólkið verður Kenneth Høegh, sum í løtuni røkir starvið sum sendimaður Grønlands til Washington D.C.

 

Aftrat leiklutinum sum arktiskt sendifólk skal Kenneth Høegh undir formansskapinum røkja sessin sum formaður í Arktiska ráðnum, Senior Arctic Official Chair, ið somuleiðis er formaður fyri embætismannanevndina í ráðnum.

 

Semja er eisini um, at Føroyar taka við varaformanssessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Tað verður Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni, ið tekur við varaformanssessinum. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum.

 

Formansskráin fyri formansskapin hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark verður eisini kunngjørd í Nuuk í dag, 11. apríl. Sí framløguna og les meira um formansskránna her.

 

Felags tíðindaskriv kann lesast her.

 

 

Leiklutabýtið undir formansskapinum hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark í Arktiska ráðnum

 

Senior Arctic Official Chair: Kenneth Høegh (Grønland)

 

Deputy Senior Arctic Official Chair: Gunvør Balle (Føroyar)

 

National Senior Arctic Official: Torsten Kjølby Nielsen (Danmark)