Í dag og í gjár hevur verið lítið at gera á Landingarmiðstøðini í Klaksvík, men í morgin og seinni í vikuni verða væntandi nakrar størri landingar. Í morgin landa trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur í Klaksvík. Mánadagin høvdu teir ávikavist 20.000 og 28.000 pund inni.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey eisini partrolararnar Safir og Smargad hósdagin og línuskipini Ågot og Klakk fríggjadagin.
Nakað av útróðrarfiski kemur upp á land í Klaksvík, tá roynandi er, og sagt verður haðani, at bátarnir, sum royna við línu, liggja millum góð 100 pund og uppí 200 pund á línuna.