Fiskimálastýrið arbeiðir við eini kunngerð, sum skal loyva troling eftir flatfiski í økjunum I og J norðanfyri.
Ætlanini við kunngerðini er at loyva trolbátunum, sum trola á landleiðini um summarið, at trola á hesum báðum økjunum alt árið.
Sum er, er loyvt førum við maskinorku upp á 500 HK ella yvir at trola í hesum báðum økjunum. Men við 145 mm meskavídd. Partrol ella dupulttrol eru tó ikki loyvd.
Í ætlaðu kunngerðini skulu bátarnir í bólki IV, tað vil siga við maskinorku upp til 500 hk, eisini sleppa at trola har alt árið undir somu treytum, sum teir trola innan fyri 12 fjórðingar. Tað vil siga við rist, men við tættari meskum, nevniliga 120 mm.